Deiggj og Gissur - dansur og hugni

Nú er møguleiki at uppliva rockbólkin Deiggj í Dansifrøi, leygarkvøldið 8 februar 2020. Serligur dentur verður lagdur á tónleik frá 70´unum m.a. Gasolin, Uriah Heep, Deep Purple, Clapton, Rolling Stones, Fleedwood Mac, Kári P. o.a.. Eisini verða onkur løg frá øðrum tíðarskeiðum t.d. Creedens Clearwater Revival, Cream, Beatles, og sjálvandi løg hjá Deiggj o.a gott.

Vælg billetter


 

Deiggj gleða seg at spæla fyri tykkum. Seinast teir spældu var til eitt útselt Uriah Heep Kvøld á Reinsarínum í Havn og eisini til tey sonevndu Easy livin´við Gjógv tiltøkini .

Nú er túrurin komin til at dansa saman við Deiggj í Dansifrøi.

Deiggj eru Dennis Lave, Pætur Mohr Dam, Fróði Vestergaard, Rani H. Christiansen, Sverri Heinesen og Páll Holm Lave. Møguliga verður okkurt annað eisini á skránni eisini.

Umframt Deiggj fer Gissur Patursson at spæla góðan dansitónleik frá 70´unum . Gissur Patursson er legendariskur discjockey frá 70´unum og hevur m.a. luttikið á Easy livin´við Gjógv í 2019 og fingið dansigólvið at kóka. Stórur dentur verður lagdur á fáa eitt hugnaligt kvøld við góðum starvsfólki sum taka sær av gestunum.

 

Venue


Dansifrøi Gundadalur
0100 Tórshavn , Faroe Islands

Belépés



Az alábbi közösségi oldal fiókokat is hozzácsatolhatja fiókjához:

sign in with google